Tvídráttur um viðlíkahald

Tvídráttur um viðlíkahald
Er politiski viljin tann, at kavaruddingin á landsvegunum skal latast privatum, fer Landsverk ikki at mótmæla tí
 
15.06.2016 - 07:36

Vinnan kann sjálvandi bjóða seg fram at halda vegirnar um veturin, um hon megnar at gera tað fyri játtanina til vetrarhaldið, sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki.

Fyrr í vikuni boðaði Føroya Handverksmeistarafelag frá, at Landsverk hevur ikki brúk fyri nýggjum maskinum, tí stovnurin eigur at útveita tað, sum útveitast kann, eisini kavaruddingina.

SÍ EISINI Landsverk ikki tørv á nýggjum maskinum

Í staðin fyri at keypa nýggjar maskinur, eigur Landsverk at skipa arbeiðið øðrvísi. Landsverk svarar nú aftur, at spurningurin er als ikki um alment ella privat viðlíkahald.

Koma ikki fleiri pengar, verður skjótt talan um vantandi ferðslutrygd. Eftirsleipið í viðlíkahaldinum av landsvegunum veksur hvørt ár. Tí má kjakið vera um, hvussu hesin trupulleikin verður loystur, heldur enn, hvør skal loysa hann.

Vinnan er hoyrd

Størsti trupulleikin er ov lág játtan og ikki, hvør ger arbeiðið, sigur stjórin á Landsverki. Hinvegin fer Landsverk á ongan hátt at seta seg upp í móti einum møguligum politiskum vilja at útveita vetrarhaldið.

Undanfarna landsstýri kannaði í fjør virksemið hjá Landsverki. Tá slapp vinnan at siga, um partar av virkseminum hjá stovninum átti at verið aðrastaðni.

- Í hesum sambandi segði vinnan, hvar uppgávurnar eiga at vera, uttan tó at koma við nøkrum ítøkiligum prógvi fyri, at tað privata kann loysa tær betur og bíligari við verandi fíggjarkørmum, sigur Ewald Kjølbro.

Ikki vist tað loysir seg

Ewald Kjølbro sigur, at stóri spurningurin er tó, um tað fer at loysa seg fyri landskassan at útveita vetrarhaldið.

Stórur vandi er fyri, at arbeiðið gerst dýrari, uttan tó at verða betur gjørt, tí Landsverk kann brúka bæði starvsfólk og maskinur hinar tíðirnar av árinum til annað arbeiði.

Vetrarhaldið kostaði 11,6 mió. kr. í fjør. Landsverk hevur brúk fyri hálvari fjórðu millión krónur afturat í ár fyri yvirhøvur at kunna halda vegirnar næsta vetur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 21. juni
Bolero 21. juni 2026
209994
Sunnudag 21. juni
Guðstænasta í Vágs kirkju
209984
Leygardag 20. juni
Radio Stjernekilde - Partur 5
209131
Leygardag 20. juni
Morgunlestur leygardagur 20.juni 2026
209568
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 20. juni
Video: 5mf kvinnur, jóansøka 2026
209980
Leygardag 20. juni
Video: 10mf, jóansøka 2026
209976
Leygardag 20. juni
Video: 6mf kvinnur, jóansøka 2026
209974