Hornorkestur við serligari søgu á G!

Hornorkestur við serligari søgu á G!
Hot 8 Brass Band hátíðarhelt sín 20 ára stovningardag í fjør hóast øgiligan mótgang. Fimm limir í bólkinum eru deyðir av ymsum ávum
úr sendingini
19.06.2016 - 19:00

"Hot 8 Brass Band: 20 Years In The Making" er ein mini-dokumentarfilmur um serligu søguna hjá hornorkestrinum Hot 8 úr New Orleans, ið verður at hoyra á G! Festivalinum í summar.

Hot 8 Brass Band, sum í fjør hátíðarhelt sín 20 ára stovningardag, hevur vunnið á meira mótgangi enn tey flestu. Fimm limir í bólkinum eru deyðir av ymsum ávum, og trompetspælarin, Terell "Burger" Batiste, misti beinini í einum ferðsluóhappi.

Bólkurin spælir víðari til heiðurs fyri sínar falnu vinir og fyri at varpa ljós á jaligar verkætlanir í sínum heimbýi, sum varð so meint raktur av ódnini Katrinu.

Hot 8 Brass Band, ið spælir eina blanding av jazzi, funk og hip-hop, hevur samstarvað og spælt saman við eini ørgrynnu av tónlistafólkum, eitt nú Lauryn Hill og The Blind Boys of Alabama. Bólkurin var í 2013 eisini tilnevndur eina Grammy fyri útgávuna "The Life and Times Of ... "

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 10. desember
Hetjur í hæddunum
73356
Mikudag 10. desember
Vigdís 2:4 - teknmálstulkað
201326
Mikudag 10. desember
Vigdís 1:4 - teknmálstulkað
201310
Mikudag 10. desember
Dagur og vika - teknmálstulkað
201294
Týsdag 9. desember
Veðrið
201256