Íslendska kvotan býtt

Íslendska kvotan býtt
Snellubátar fingu 6.100 tons, nú íslendska makrelkvotan í ár er býtt millum skipabólkarnar. Men ikki er vist, at bátarnir fiska alla kvotuna
 
19.07.2016 - 07:59

Í fjør fingu 200 snellubátar makrelkvotu, men bara stívliga fjórðingur teirra fiskaði makrel. Fiskifréttir skriva, at 80 ísfiskaskip, tað er annað hvørt skip, hava longu latið øðrum rættin at fiska makrel í ár.

Íslendska makrelkvotan er 152.000 tons í ár. Harafturat eru góð 14.000 tons, sum lupu av í fjør. 320 skip og bátar sleppa at fiska kvotuna. Íslendska makrelveiðan er byrjað, og okkurt nótaskip hevur landað.

Ísland er ikki við í semjuni millum hini strandarlondini um, hvussu heildarkvotan skal býtast millum londini, og ásetur sær sína egnu makrelkvotu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 1. september
Breddin: Snyrilsmálið í Grønlandi
212545
Mánadag 31. august
Poppverturin 14
208468
Sunnudag 30. august
Tónleikur í 13 øldir (9:10)
210352
Sunnudag 30. august
Guðstænasta í Argja kirkju
212460
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 1. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212532
Mánadag 31. august
Veðrið
212514
Leygardag 29. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212439
Fríggjadag 28. august
Veðrið
212423
Fríggjadag 28. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212386