ILA-illgrunin ikki staðfestur enn

ILA-illgrunin ikki staðfestur enn
Kanningarnar, sum eru gjørdar seinastu vikuna, hava ikki staðfest sjúkuelvandi ILA-virus í alibrúkinum hjá Bakkafrosti í Hvannasundi
Sjúkuelvandi ILA-virusið er ikki staðfest í alibrúkinum A-73 hjá Bakkafrosti, sum eisini eitur Hvannasund norður, boðaði Bakkafrost hóskvøldið
 
22.07.2016 - 08:02

Sjúkuelvandi ILA-virusið er ikki staðfest í alibrúkinum A-73 hjá Bakkafrosti, sum eisini eitur Hvannasund norður. Tað boðaði Bakkafrost sínum partaeigarum frá í gjárkvøldið.

Hósdagin í farnu viku boðaði Bakkafrost frá, at Heilsufrøðiliga starvsstovan í regluligum eftirliti hevði fingið illgruna um, at laksur í ringunum í Hvannasundi norðri var fongdur við sjúkuelvandi ILA virusi.

Síðani eru fleiri kanningar gjørdar, tær nýggjastu í gjár. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur ikki kunngjørt alment úrslitini av kanningunum í gjár. Tá var fiskur í ringunum hjá Bakkafrosti sunnanfyri byrgingina í Hvannasundi eisini kannaður.

SÍ EISINI Stúra fyri at ILA er í hesum aliringinum

Sambært Bakkafrosti hevur Heilsufrøðiliga starvsstovan í tveimum umførum gjørt umfatandi kanningar, sum skuldu staðfesta illgrunan um sjúkuelvandi ILA virus.

Úrslitini frá hesum kanningum hava øll verið negativ, og tey hava ikki ávíst sjúkuelvandi ILA virus. Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur staðfest, at virusið, sum ábendingar eru um, er ikki er so sjúkuelvandi.

Kanska er tað tí, at tað er so trupult at finna virusið aftur, skrivar Bakkafrost í fráboðan til keypsskálan í Oslo. Einki óvanligt felli hevur verið í ringunum í Hvannasundi norðri.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. januar
Bolero 11 januar 2026
202494
Sunnudag 11. januar
Akademia: Metaetikkur
202423
Leygardag 10. januar
Jambalaja - 100126
202485
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429
Fríggjadag 9. januar
Veðrið
202459