Fáa størri forsorgarveiting

Fáa størri forsorgarveiting
Veitingin til fólk yngri enn 25 ár, sum búgva heima hjá foreldrum, fáa 3.130 kr. um mánaðin, tá skattur og gjøld eru drigin frá
Eyðgunn Samuelsen, landsstýriskvinna, arbeiðir við at broyta forsorgarlógina
 
02.08.2016 - 08:45

Fólk yngri enn 25 ár, sum fáa forsorgarveiting og búgva heima hjá foreldrum, fáa 1.535 krónur meira um mánaðin, tá løgtingið hevur samtykt lógarbroytingina hjá landsstýriskvinnuni í almannamálum.

Eyðgunn Samuelsen sigur, at hon fer at skjóta upp at hækka veitingina, so hon fer upp í 3.130 kr. um mánaðin, tá skattur og onnur gjøld eru drigin frá.

Veitingin er ætlað ungum fólkum, sum fáa forsorgarhjálp av heilsuávum, ella tí tey eru arbeiðsleys.

Hækkingin fer at kosta landskassanum 450.000 kr. um árið.

Forsorgarlógin skal eisini broytast soleiðis, at foreldur, sum eiga barn á stovni, hava rætt til endurgjald fyri mista inntøku í sambandi við, at tey fara við barninum til viðgerð á sjúkrahúsi. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890