Gera uppskot um samstarvsavtalu

Gera uppskot um samstarvsavtalu
Arbeiðsbólkur skal gera uppskot um samstarvsavtalu millum Føroyar, Ísland og Grønland, tá talan er um uttanríkis- og handilspolitisk viðurskifti
 
22.08.2016 - 16:17

Tað var eitt av úrslitunum av felags fundunum, sum hava verið í Havn í gjár og í dag, har Poul Michelsen, landsstýrismaður, Lilja Alfreðsdóttir, uttanríkisráðharri úr Íslandi og Vittus Qujaukitsoq, landsstýrismaður úr Grønlandi, hittust at tosa um uttanríkis- og handilspolitisk viðurskifti av felags áhuga.

Arbeiðsbólkurin skal greina og vísa á fyrimunir við eini felags fríhandilsavtalu og við at stovnseta eitt handilsráð fyri útnorður, og hvussu útnoðrulondini kunnu fáa meir burturúr einum øktum samstarvi við triðjalond.

Grønland verður vertur fyri fyrsta fundin hjá arbeiðsbólkinum, sum verður í Nuuk í oktober. Avgerðin hjá Stóra Bretlandi at fara úr ES, kann fáa ávirkan á handilsáhugamálini hjá útnorðurlondunum.

SÍ EISINI Øll eygu eru vend móti útnorði

Tí hevur tað týdning, at tann avbjóðingin verður viðgjørd av teimum trimum londunum í felag til tess at tryggja felags áhugamálini. Útnorður hevur vaksandi týdning og áhuga í altjóða høpi.

Til tess at vara um áhugamálini hjá fólkinum í londunum er tað av stórum týdningi, at tey trý londini í Útnorði standa saman og hava eitt tætt samstarv um felags uttanríkis- og handilspolitisk viðurskifti, eru tey samd um.

Semja var um, at ráðharrarnir í londunum skulu hittast á hvørjum ári, og at næsti fundurin verður í Íslandi næsta ár.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098