Kanning: Strongd kann geva tær langtíðarskaða

Kanning: Strongd kann geva tær langtíðarskaða
Skaði av strongd kann ávirka minnið og tíni evni at savna teg í fleiri ár, staðfestir nýggj kanning
Bara triðihvør sjúklingur er frískur eitt ár eftir, at teir eru raktir av strongd, staðfestir nýggj donsk kanning
 
23.08.2016 - 10:57

Strongd kann ávirka kroppin í meira enn eitt ár eftir, at ein sjúklingur hevur verið strongdur. Tað er niðurstøðan í nýggjari danskari kanning.

- Tíverri er líkt til, at trupulleikarnir hjá sjúklingum við minninum og evnini at savna seg ikki hvørva í bræði, sigur Anita Eskildsen, ph.d.-lesandi, sambært DR.

Sjúklingar kunnu stundum stríðast við langtíðarárin av strongd í eitt ár, og í øðrum førum heilt upp í fleiri ár, sigur granskarin, ið hevur gjørt nýggju kanningina.

Bara triðihvør frískur eftir einum ári

Meginparturin av teimum 56 fólkunum, sum hava verið við í nýggju, donsku kanningini, stríðast við langtíðarárin av strongd eftir meira enn eitt ár.

Bara 32 prosent, triðihvør, sigur seg vera heilt frískan eitt ár eftir. 16 prosent, sættihvør, stríðist við langtíðarárin, ið vara longur enn eitt ár.

Úrslitið av nýggju donsku kanningini verður kunngjørt í næstu útgávuni av tíðarritinum Stress: The International Journal on the Biology of Stress.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 8. september
Vitan
212940
Týsdag 8. september
Góðan morgun Føroyar
212926
Týsdag 8. september
Morgunlestur týsdagur 8. september
212703
Mánadag 7. september
Poppverturin 15
208469
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 8. september
Veðrið
212949
Týsdag 8. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
212908
Mánadag 7. september
Veðrið
212878
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
212776