Advokatur: Hon skuldi sagt frá fyrst

Advokatur: Hon skuldi sagt frá fyrst
Turid Arge átti at havt boðað frá, at hon var í dupultleikluti sum aðalstjóri og næstforkvinna í fakfelag, heldur advokatur
Tá Turid Arge, sum viðger starvsfólkamálið, samstundis er næstforkvinna í Tænastumannafelagnum, umboðar starvsfólkið, er eingin ivi um, at hon átti at havt boðað frá hesari ivasomu støðuni, sigur advokatur
 
31.08.2016 - 10:21

Tá aðalstjórin í Heilsu- og Innlendismálaráðnum stendur á odda í álvarsligum starvsfólkamáli, samstundis sum aðalstjórin er næstforkvinna í fakfelagnum, sum umboðar starvsfólkið í stríðnum, so kann spurnartekn setast við gegnið hjá Turid Arge, aðalstjóra.

Tað sigur Bjørn á Heygum, advokatur. Hann sigur, at tá aðalstjórin, sum viðger starvsfólkamálið, samstundis er næstforkvinna í Tænastumannafelagnum, sum umboðar starvsfólkið, so er eingin ivi um, at Turid Arge átti at havt boðað frá hesari ivasomu støðuni.

SÍ EISINI Boðaði ikki frá dupultleikluti

Sambært fyrisitingarlógini er ein persónur, ið virkar í almennu fyrisitingini, ógegnigur, um so er, at viðkomandi er nær knýttur at einum felag, sum hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum.

Fyrisitingarlógin grein 3, stk. 1, nummar 3 sigur soleiðis:

"Persónur, sum virkar innan almennu fyrisitingina, er ógegnigur, um so er, at viðkomandi er við í leiðsluni ella á annan hátt hevur nært tilknýti til eitt felag, ein felagsskap ella annan privatan løgfrøðiligan persón, ið hevur ein serstakan áhuga í úrslitinum av málinum."

SÍ EISINI - Dupultleiklutur ikki ein trupulleiki

Víðari stendur so í lógini, at er ein kunnigur við, at tað eru viðurskifti, sum eru nevnd í tí greinini omanfyri, so skal viðkomandi – altso í hesum førinum Turid Arge aðalstjóri – sitat: "sum skjótast boða yvirmanni sínum frá hesum, um tað ikki er eyðsæð, at hesi viðurskifti eru uttan týdning".

Bjørn á Heygum, advokatur, heldur ikki, at tað "er eyðsæð, at hesi viðurskifti eru uttan týdning," tí – sum hann sigur – so er tilknýtið til Tænastumannafelagið formliga so sterkt, Turid Arge er jú næstforkvinna í Tænastumannafelagnum, at spurnartekn kann setast við hennara gegni í málinum.

SÍ EISINI Aðalstjórin dregur í land

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 18. juni
Morgunlestur hósdagur 18.juni 2026
209565
Mikudag 17. juni
Skratsj 17. juni 2026
209843
Mikudag 17. juni
HM-poddurin: Frá Pelé til Messi
209837
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 16. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
209810
Týsdag 16. juni
Veðrið
209804
Mánadag 15. juni
Reynsatindur - teknmálstulkað
209762