Fyrstu føroysku ostarnir seinkaðir

Fyrstu føroysku ostarnir seinkaðir
Tað dregur út hjá Meginfelag Búnaðarmanna at fáa fyrstu føroysku ostarnar út í handlarnar. Trupulleikar eru við dygdini
Fyrstu føroysku ostarnir, ið skuldu verið komnir í handlarnar, eru seinkaðir. MBM hevði trupulleikar við góðskuni
 
31.08.2016 - 11:58

Ætlanin var, at ostarnir skuldu vera í handlunum á Ólavsøku, men dygdin á teimum fyrstu ostunum hevur ikki verið í lagi, og kundu tí ikki seljast.

Mjólkarvirkið fór í vár undir at gera ostar úr føroyskari mjólk, og síðani vórðu teir sendir út í Koltur at ræsa. Men ostarnir fingu ongantíð tann rætta smakkin.

Hákun Steingrimsson, stjóri á Mjólkarvirkinum, sigur, at hitin var ov nógvur tá mjólkin var hitaviðgjørd. Tí vóru ostarnir ikki í lagi og máttu beinast burtur.

Hetta hevur seinkað framleiðsluni, men nú skuldu ostarnir komið á marknaðin í september mánaði, sigur stjórin á Mjólkarvirkinum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507
Mikudag 7. oktober
Gylta gullið (5:5)
25040