Føroyingar vunnu í Aserbadjan

Føroyingar vunnu í Aserbadjan
Heldur óvantað vunnu Føroyingar í Azerbadjan í dag, tá teir telvaðu ímóti Boznia-Hercegovina í talv-olympiaduni
 
10.09.2016 - 18:37

Føroyska talv-landsliðið hevur seinnapartin heilt óvæntað vunnið á Bosnia-Herzegovina á talv-olympiaduni í Aserbadsjan. Dysturin endaði 2½-1½ til Føroyar. Helgi Dam Ziska og Sjúrður Thorsteinsson vunnu, John Rødgård telvaði javnt og Jóan Hendrik Andreasen tapti.

Úrslitið er tað besta hjá Føroyum í kappingini higartil. Bosnia, sum er styrkismett nummar 41, hevði mannað seg við trimum stórmeistarum og einum altjóða meistara móti Føroyum. Bosnia-Herzegovina hevur ofta staðið seg væl í millumtjóða talv-kappingum. Í 1994 endaðu tey sum nummar tvey á talv-olympiaduni. 

 

Helgi Dam Ziska vann á 1. borði við svarta fólkinum móti stórmeistaranum Denis Kadric, sum hevur hægri styrki-tal enn Helgi.  Helgi Dam Ziska hevur nú 5½ stig av 7 møguligum og er framvegis ósigraður á 1. borði. 

Føroyar vóru fyri dystin í dag nummar 68 í røðini av teimum 180 londunum í kappingini, men hava nú tikið seg enn longur fram.  Níggjunda umfar verður telvað í morgin. Enn er ikki greitt hvørjum Føroyar tá telva ímóti.

Talv-olympiadan endar týsdagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083