Hitast við bæði jarð- og fjarhita

bannari
Hitast við bæði jarð- og fjarhita
Mentamálaráðið hevur nú fingið eitt endaligt tilmæli, hvørja orkuloysn skúladepilin Glasir skal hava
Glasir, nýggi skúladepilin í Marknagili, skal hitast við bæði jarð- og fjarhita, er nú greitt, eftir at ivi hevur verið um, hvussu skúlin skal hitast
 
12.09.2016 - 12:36

Talan er um eitt samt tilmæli, sum eftir øllum at døma fevnir bæði um jarðhita og um fjarhita. Tað vátta fleiri limir í bólkinum, sum fyri 14 døgum síðan fekk eina viku at koma við eini loysn.

Kom bólkurin ikki til eina loysn, segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna, at hon fór at skera ígjøgnum og nýta oljufýr at hita bygningin.

Eingin vil tó siga nakað meiri ítøkiligt um, hvat stendur í tilmælinum, sum er latið landsstýriskvinnuni. Landsstýriskvinnan hevur seinastu vikuna verið í Rio de Janeiro, og hevur ikki verið at hitta.

SÍ EISINI Eina viku at finna orkuloysn

Herfyri tók rættiligt stríð seg upp, tí landsstýriskvinnan eftir tilmæli frá Umhvørvisstovuni bað um loyvi at nýta 13 milliónir at gera jarðhita til Glasir.

Tá legði Fjarhitafelagið í Havn uppí og segði seg kunnu veita ein fjarhitaloysn uttan at gera nakra íløgu yvirhøvur. Tórshavnar kommuna eigur í Fjarhitafelagnum.

SÍ EISINI Trupult at velja jarðhita fram um fjarhita

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og partamaður hjá Rigmor Dam í samgonguni á tingi, segði seg ikki kunna taka undir við hennara jarðhitaloysn, tí hon sampakkaði ikki við orkuætlanina hjá Tórshavnar kommunu.

Eftir harðan orðadrátt í fleiri dagar, bað Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, viðkomandi partar um finna eina loysn.

Tað hava teir eftir øllum at døma gjørt. Júst hvør orkuloysnin er vita vit ikki enn, men hon fevnir bæði um jarðhita og um fjarhita.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 25. juni
RagnarRokk 25.juni 2026
208977
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Chris Poland um Black Flame
208976
Hósdag 25. juni
RagnarRokk: Darren Charles um Void
208974
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 25. juni
Veðrið
210179
Mikudag 24. juni
Myndlist í Føroyum (3:11)
108824
Mikudag 24. juni
Dagur og vika - teknmálstulkað
210107
Týsdag 23. juni
Veðrið
210087