Bóklingur skal lætta um hjá tilflytarum

Bóklingur skal lætta um hjá tilflytarum
Útlendingastovan hevur gjørt ein ókeypis bókling, sum er ætlaður at kunna tilflytarar í Føroyum um arbeiði, heilsurøkt, barna- og skúlaøki
Útlendingastovan hevur gjørt ein bókling, ið kunnar um viðkomandi viðurskifti fyri útlendingar, ið flyta til Føroya
 
21.09.2016 - 08:47

Í bóklinginum "New to the Faroe Islands" verður eisini kunnað um ymisk onnur viðurskifti, sum tørvur er á vita um, tá flutt verður til Føroya.

David Im, integrasjónssamskipari á Útlendingastovuni, sigur, at hetta er ein grundleggjandi og neyðugur partur av arbeiðnum við integrasjón.

Á fleiri málum

- Hjá tilfytarum kunnu einfaldir spurningar, sum stinga seg upp í gerandisdegnum, verða ein avbjóðing, fáa teir ikki atgongd til viðkomandi upplýsingar, sigur David Im.

Bóklingurin er tí bæði á føroyskum og enskum, men á Útlendingastovuni eru tey greið um, at tørvur er á fáa bóklingin á fleiri málum skjótast tilber.

- Ein tiflytari, sum hevur avmarkaðan førleika í føroyskum, kann renna seg í eina avbjóðing aftrat, tí ofta eru hesar upplýsingar bara á føroyskum, sigur David Im.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. mars
Veðrið
205363
Sunnudag 8. mars
Hondbóltur: EM undansending
205313
Sunnudag 8. mars
Føroyar - Portugal, seinni dystur
205337
Sunnudag 8. mars
Gudstænasta úr Vestmanna kirkju
205299
Leygardag 7. mars
Føroyar - Grikkaland, fyrri dystur
205297