Starvsfelagið undrast á, at steðgur er í samráðingunum

Starvsfelagið undrast á, at steðgur er í samráðingunum
Felagið vísir á, at semja er longu um lønarkarmin, og tað eigur at bera til at lata nýggja landsstýrið taka støðu til samráðingarúrslitið
Súni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, og Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tá semja var gjørd um lønarkarmin.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
09.03.2026 - 13:16

Starvsfelagið undrast á, at lønardeildin í Fíggjarmálaráðnum hevur steðgað samráðingunum við feløgini á almenna arbeiðsmarknaðinum. Felagið vísir á, at semja eru longu um lønarkarmin.

Jan Sjóstein, stjóri á lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum, segði við Kringvarpið fríggjadagin, at lønarsamráðingarnar verða tiknar upp aftur, so skjótt sum løgtingsvalið hevur verið, og nýtt landsstýri er skipað.

Sáttmálin hjá millum annað Starvsfelagnum gekk út 1. oktober í fjør.

12 fakfeløg á almenna arbeiðsmarknaðinum hava gjørt ein leist fyri karmin, og avtalað er longu, at lønin skal hækka 3,87 prosent fyrsta árið, og síðani er ein útrokningarleistur gjørdur, sum leggur upp fyri framleiðsluøking og prístalinum, tá næstu lønarhækkingarnar koma. 

Suni Selfoss, formaður í Starvsfelagnum, heldur tað tí vera undarligt, at samráðingarnar ikki kunnu halda fram, so at eitt komandi landsstýri kann taka støðu til úrslitið:

 

09032026_Selfoss

 


Mary Antonsdóttir.

 

Mary Antonsdóttir, forkvinna í Heilsuhjálparafelagnum, tók í tíðindunum fríggjadagin somuleiðis støðuna til eftirtektar:

 

09032026_Mary_

  

 

Sáttmálin millum Heilsuhjálparafelag Føroya og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fór somuleiðis úr gildi 1. oktober í fjør, og tað merkir so, at eingin semja er í eygsjón heldur har.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424