Blokkurin fyri tey næstu árini ásetast

Blokkurin fyri tey næstu árini ásetast
Danski fíggjarmálaráðharrin, Claus Hjort Frederiksen, bað í gjár Fólkatingið áseta heildarveitingina til Føroya árini 2016, 2017, 2018 og 2019
 
07.10.2016 - 08:54

Heildarveitingin er 641,8 milliónir krónur um árið hesi fýra árini. Tað er hon sambært semju, sum Claus Hjort Frederiksen og Kristina Háfoss, landsstýriskvinna, gjørdu í  apríl. 

Heildarveitingin, ella blokkurin, úr statskassanum verður latin sambært lóg frá 1993. Tá vórðu sjey studningar og fýra endurgjøld úr statskassanum løgd saman í ein blokk til landskassan. 

SÍ EISINI Blokkurin minkar neyvan

Hetta gjørdi, at heimastýrið avgjørdi, hvussu pengarnir skuldu brúkast. Teir vóru ikki markaðir longur. Í 2002 varð blokkurin frystur, sum sagt varð. Tað var eftir ynski úr Føroyum.

Hann var so 615,5 milliónir krónur líka til 2012, tá hann varð prístalsviðgjørdur, eisini eftir ynski úr Føroyum. Í 2012 hækkaði heildarveitingin upp í 624,1 millión, og hon kom upp í 641,8 milliónir í 2015.  

Prístalsviðgerðin legði 26,3 milliónir um árið aftur at blokkinum. Og har, á 641,8 milliónum, verður hann verandi í hvussu so er til og við 2019, tí nú er hann frystur aftur eftir ynski úr Føroyum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 12. november
RagnarRokk 12.november 2026
215565
Hósdag 12. november
RagnarRokk: Chuck Billy um Holding My Breath
215564
Hósdag 12. november
RagnarRokk:Joakim Nilsson um Fever
215561
Hósdag 12. november
Áin, Petur og jólini, Orð og tónar
216333
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Hósdag 12. november
Veðrið
216328
Hósdag 12. november
Talvið um Tinganes (2:2)
216265
Týsdag 10. november
Veðrið
216210