Meiriluti fyri fíggjarlógaruppskotið fyri 2017

Meiriluti fyri fíggjarlógaruppskotið fyri 2017
17 atkvøður, meirilutin í Løgtinginum, eru aftan fyri fíggjarlógaruppskotið hjá landsstýrinum, ið varð lagt fram fyri viku síðani
 
07.10.2016 - 12:35

Sonja Jógvansdóttir, sum ikki er í nøkrum flokki, tekur undir við uppskotinum. Tað segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tá orðaskiftið um fíggjarlógina endaði í gjárkvøldið.

Kaj Leo Holm Johannesen í Sambandsflokkinum vildi undir orðaskiftinum hava at vita, um samgongan telur Sonju Jógvansdóttir við, tá hon telur atkvøðurnar fyri fíggjarlógini.

SÍ EISINI Varandi tiltøk setast í verk

Tí sambært tingmanninum tók Sonja Jógvansdóttir ikki undir við uppskotinum í framløgu sínari í tinginum. Sonja Jógvansdóttir er við, sigur Kristina Háfoss.

Sjálv segði Sonja Jógvansdóttir, at tey eru 17 fyri fíggjarlógaruppskotinum. Men hon saknar nógv í uppskotinum hjá landsstýrinum, segði hon.

Uppskotið um fíggjarlógina fyri 2017 er nú í Fíggjarnevndini hjá Løgtinginum. Næsti løgtingsfundurin verður týsdagin 18. oktober.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 7. september
Morgunlestur mánadagur 7. september
212718
Sunnudag 6. september
Tónleikur í 13 øldir (10:10)
210353
Sunnudag 6. september
Bolero 06 sep 2026
212774
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 6. september
Andakt við Jastrid á Dul Sørensen
212777
Sunnudag 6. september
Guðstænasta úr Fuglafjarða kirkju
212776
Fríggjadag 4. september
Veðrið
212742
Fríggjadag 4. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212713
Mikudag 2. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
212598