Bíða enn eftir fíggingini

Bíða enn eftir fíggingini
SALT kann ikki fara undir veruligt virksemi áðrenn Tvøroyrar kommuna hevur latið tríggjar milliónir krónur í fíggjarligum stuðli
 
11.10.2016 - 17:01

Tað er støðan hjá Fíggjarmálaráðnum, nú Tvøroyrar kommuna spurdi Fíggjarmálaráðið, hvørja støðu ráðið hevur til málið, um Tvøroyar kommuna letur pening til at gera SALT-verkætlanina lidna.

Sambært brævinum frá Tvøroyrar kommunu mangla 7,6 milliónir krónir í fyri at gera arbeiðið liðugt. Tíðarfreistin, at gera SALT liðugt, er nú sett til 18. november, stendur í brævinum.

Kommunan spyr Fíggjarmálaráðið, hvørja støðu ráðið hevur til at Tvøroyar kommuna stuðlar SALT við trimum milliónum krónum, har ein millión verður tikin av rakstararstuðlinum, sum er játtaður í ár.

Mugu fáa greiðu á restkostnaðinum

Tvær milliónir verða tiknar av rakstarstuðlinum fyri 2017. Kommunan spyr eisini, hvør støðan hjá Fíggjarmálaráðnum er, um so er, at kommunan ikki játtar tríggjar milliónir krónir til at gera SALT liðugt.

Fíggjarmálaráðið svarar, at tað hevur onga ávirkan á ætlanin hjá landinum at lata 2,5 milliónir í rakstarjáttan, men staðfestir bara, at so verður minni til rakstarvirksemið.

Fíggjarmálaráðið svarar, at um kommunan ikki letur tríggjar milliónir krónir í íløgustuðli, stendur spurningurin ósvaraður, hvussu restkostnaðurin skal fíggjast. Farast kann ikki undir veruligt virksemi áðrenn byggingin er liðug.

Býráðið fund seinni í vikuni

Eisini sigur Fíggjarmálaráðið, at tað verður mett óvirðiligt og kann skaða trúvirðið úteftir, at føroyskir myndugleikar ikki klára at taka neyðuga ábyrgd í verkætlanum, ið verða gjørdar saman við útlendskum sáttmálapørtum.

Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, sigur, at býráðið væntandi fer at hava fund seinni í vikuni. Tá verður støða tikin til, um komman skal lata meira pening til SALT-verkætlanina.

Sambært fíggjarlógaruppskotinum fer landið at lata 2,5 milliónir krónur í rakstarjáttan til SALT næstu árini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928