Klára ikki at nøkta eftirspurningin

Klára ikki at nøkta eftirspurningin
100 fólk standa á bíðilista til røktarheimspláss í Norðoyggjum, men bara 87 búpláss eru í økinum
 
14.10.2016 - 09:16

Av teimum verða fýra røktarheimspláss brúkt til umlætting, og tørvurin er meira enn tvífaldur, skrivar Norðlýsið. Sambært Klaksvíkar kommunu standa 100 fólk á bíðilista.

Sambært svarskrivi, Norðlýsið hevur fingið, frá Klaksvíkar kommunu, í samband við innlitsumbøn, er stórur tørvur á røktarheimsplássum í Norðoyggjum.

Eisini bíðilistar til barnaansing

Harafturat kunnu væntast nýggir bíðilistar til barnaansing.  Í samband við kommunal grundstykkir standa 48 á bíðilista, meðan eingin bíðilisti er til vinnulig grundstykkir.

Í summar fingu 37 børn pláss á vøggustovu/dagrøkt og 24 børn fingu barnagarðspláss. Higartil hevur kommunan megnað at nøkta tørvin.

Men vegna stóra tilflyting er greitt, at tað verður trupult at finna børnum pláss eftir 1. november og frameftir.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 4. november
Dansival 04 nov 2026
215927
Mikudag 4. november
Skratsj 4. novembur 2026
215925
Mikudag 4. november
Mono - 90'ini undir lupp (1:4)
215920
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215891
Týsdag 3. november
Veðrið
215860