Uppstillingarfreistin nærkast

bannari
Uppstillingarfreistin nærkast
Týskvøldið fæst at vita, hvussu nógv fólk stilla upp til kommunuvalið 8. november. 605 fólk stillaðu upp í 2012
Týskvøldið klokkan 18 verður greitt, hvussu nógv fólk stilla upp til kommunuvalið 2016. Fyri fýra árum síðani stillaðu 606 fólk upp til valið
 
17.10.2016 - 09:47

Klokkan seks í annakvøld skulu valevnislistarnir verða formanninum í valnevndini ella kommununi í hendi.

Vallógin sigur, at valevnislistarnir mugu vera valnevndarformanninum ella kommununi í hendi í seinasta lagi klokkan 18:00, tríggjar vikur undan valdegnum.

Í minsta lagi 15 og í mesta lagi 25 veljarar skulu skriva undir valevnislistan sum stillarar. 

602 stillaðu upp í 2012

Búgva færri enn 1.000 fólk í kommununi, eru 10 stillarar nóg mikið. Er íbúgvaratalið minni enn 200, eru fimm stillarar nóg nógvir.

Til samans 602 fólk stillaðu upp til kommunuvalið í 2012, 395 menn og 207 kvinnur. Valrætt og valbæri, tað er rætt at velja og rætt at stilla upp, hava fólk, ið eru 18 ár

Fólkini skulu vera tilmeldað fólkayvirlitið í kommununi í seinasta lagi tvær vikur fyri valdagin, og framvegis búgva í kommununi á valdegnum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 15. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210956
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815