Eingin valdur á nýggja listanum

bannari
Eingin valdur á nýggja listanum
Semjusøkjandi nýggi listin á Sandi fekk lítla undirtøku
Brandur Sandoy man hava gjørt okkurt rætt. Hann fekk 80 atkvøður
 
08.11.2016 - 20:56

Eingin varð valdur í bygdaráðið á Sandi av nýggja semjusøkjandi listanum, sum legði seg millum gomlu listarnar, ið seinnu árini hava havt meira enn trupult við at samstarva. Katrin Petersen fekk flest á listanum við 13 atkvøðum, men tað var ikki nóg mikið. Brandur Sandoy, sitandi borgarstjóri, fekk nógv flestar atkvøður. Borgarstjórin fekk 80 atkvøður og er helst afturvaldur sum borgarstjóri á Sandi næstu fýra árini. Listin hjá honum fekk fýra av sjey umboðum í kommunustýri. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928