Stórar broytingar í SEV-nevndini

Stórar broytingar í SEV-nevndini
Stórar broytingar fara væntandi at verða í nevndini í SEV
 
26.11.2016 - 12:00

Nógv bendir á, at øll nevndin í SEV verður skift út á komandi fundi. Orsøkin er í stuttum at finna í úrslitinum av kommunuvalinum og tí kommunal-politisku telving, sum er farin fram síðani.
 
-Tað er sera óheppið og kann í ringasta føri skaða orkufelagsskapin, sum stendur fyri stórum útbyggingum, heldur Jákup Suni Lauritsen, nevndarformaður. 

Fráfarandi nevndarformaðurin mælir politikarunum til at koma við einari skipan, sum tryggjar kontinuitet - samanhang - í nevndararbeiðið hjá SEV.

Eykaaðalfundurin í gjár var eitt vegamót hjá nevndini í SEV. Flestu teirra - møguliga øll - skulu nú til at rigga av sum nevndarlimir.

Tað eru kommunurnar - eigararnir - sum velja nevndina í SEV. Eitt umboð skal veljast fyri hvørt øki í landinum. 

Flestu av nevndarlimunum eru í tí støðu, at tey antin ikki stillaðu uppaftur á kommunuvalinum ella vóru tey ikki afturvald. 

Sjálvur fall Jákup Suni Lauritsen á kommunuvalinum í Sørvági. Aðrastaðni ger kommunal-politiska telvingin eftir kommunalvalið, at onnur enn verandi umboð fyri einstøku økini yvirtaka sessirnar.

Endaliga svarið fæst ikki fyrr enn á komandi nevndarfundi í februar - men alt bendir also á, at allir sjey nevndarlimir verða skiftir út í senn.

Á eykaaðalfundinum í gjár vóru rakstrar-, fíggjar- og íløguætlanin hjá SEV fyri 2017 samtykt. Har stendur millum annað, at SEV næsta ár skal gera íløgur fyri 728 milliónir, bara næsta ár - umframt íløgur fyri aðrar 150 til 300 milliónir um árið, næstu árini.

Eisini hevur nevndin fingið heimild at læna upp til 1,67 milliardir krónur.  Hetta eru viðurskifti, sum fráfarandi nevnd hevur arbeitt við - men sum ein spildurnýggj nevnd nú skal lofta.

Hoyr meira í tíðindum klokkan 12:20.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 14. juli
HM-poddurin #7: Stjørnurnar glitra
210935
Týsdag 14. juli
Millum tøkini - Vestanstevnan 2026
210920
Týsdag 14. juli
HM-tíðindini 14. juli 2026
210911
Mánadag 13. juli
Oyggjar undir trýsti - 2. partur
210484
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 14. juli
Veðrið
210936
Leygardag 11. juli
Vestanstevnuróðurin 2026
210817
Leygardag 11. juli
Vestanstevna 2026: 6 MANNAFAR KVINNUR
210815