Tingmaður vil vita, hvat gekk fyri seg

Tingmaður vil vita, hvat gekk fyri seg
Tingmaður fyri Fólkaflokkin vil nú vita hvat hendi, tá ein deildarstjóri í Heilsu- og innlendismálaráðnum varð fluttur í annað starv
Neyðugt er at fáa greiði á, hvat hevur gingið fyri seg í Heilsu- og innlendismála­ráðnum, fyri at endurreisa álitið á politisku skipanina, sigur Jacob Vestergaard
 
30.11.2016 - 08:43

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, fer á løgtingsfundinum í dag at svara einum fyrispurningi um góðkenningina av havnarútbyggingini í Havn.

Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum spyr Sirið Stenberg, hvat hon heldur um orðavalið hjá aðalstjóranum, og um málið fær avleiðingar fyri onnur starvsfólk í Heilsu- og innlendismálaráðnum.

Landsstýriskvinnan góðkendi nógv umrøddu havnarútbyggingina í Havn, men seinasta orðið í málinum var ikki sagt tá.

SÍ EISINI Aðalstjóri leyp framav

Eftir at skrivið við góðkenningini var farið úr Heilsu- og innlendismálaráðnum, boðaði landsstýriskvinna nakrar vikur seinni frá, at hon hevði ikki góðkent skrivið, sum varð sent Tórshavnar kommunu. 

Málið endaði við, at Anni á Hædd, deildarstjóri, varð flutt í starv sum løgfrøðiligur ráðgevi á Umhvørvisstovuni.

Neyðugt er at fáa greiði á, hvat hevur gingið fyri seg í Heilsu- og innlendismála­ráðnum, fyri at endurreisa álitið á politisku skipanina, sigur Jacob Vestergaard í viðmerkingum til spurningum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
RagnarRokk: Fernando Ribeiro um Far From God
215799
Hósdag 5. november
RagnarRokk 5.november 2026
215048
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928
Mikudag 4. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
215890