Matvørulógin aftur broytast

Matvørulógin aftur broytast
Matvørulógin skal liberaliserast upp aftur meira, so til ber at selja fleiri matvørur, sum ikki er tilvirkaðar á løggildum mavøruvirki
Matvørulógin í Føroyum skal liberaliserast upp aftur meira enn hon varð fyrr í ár. Tað skal gerast, so til ber at selja fleiri matvørur, sum ikki er tilvirkaðar á løggildum matvøruvirki, til heilsølur, matvøruhandlar og matstovur
 
08.12.2016 - 08:14

Matvørulógin varð broytt fyrr í ár, og tann broytingin fór at virka við kunngerð fyrst í oktober. Og nú skal matvørulógin aftur broytast.

Endamálið við uppskotinum, sum Poul Michelsen, landsstýrismaður, hevur sent til hoyringar, er at liberalisera matvørulógina.

SÍ EISINI Løggildu virkini stúra

Tað verður gjørt, so til ber at selja fleiri matvørur, sum ikki er tilvirkaðar á løggildum matvøruvirki, til heilsølur, matvøruhandlar og matstovur.

Talan er bæði um seyð, neyt, flogfenað, so sum gás, dunnu og hønu, og fisk og grønmeti. Nýggja skipanin verður bara galdandi fyri tey, sum selja fyri minst eina millión krónur um árið.

Tey, ið selja fyri minst eina millión um árið, skulu tryggja sær, at vøran ikki er heilsuskaðilig ella á annan hátt óegnað sum mannaføði.

SÍ EISINI Føroyski smakkurin í vanda

Um Løgtingið samtykkir lógarbroytingina, ásetur landsstýrismaðurin í kunngerð, hvørjar neyvari treytir skulu vera umframt tær nógvu yvirskipaðu, sum eru í lógaruppskotinum.   

Landsstýrismaðurin ásannar, at fyri vinnuna, sum virkar matvørur eftir galdandi reglum um løggilda matvøruframleiðslu, kann uppskotið hava negativa fíggjarliga avleiðing, tí kappingarneytar koma á marknaðin, sum ikki skulu lúka somu krøvini um matvøruframleiðslu.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. september
Tí tú ert kvinna - longri samrøða
213205
Mánadag 14. september
Poppverturin 16
208470
Mánadag 14. september
Norðurljóð 14.september 2026
213174
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. september
40 ár síðani fólkaatkvøðuna
213167
Mánadag 14. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213232
Mánadag 14. september
Veðrið
213221
Sunnudag 13. september
Andaktin við Christiani Gabrielsen
213166
Sunnudag 13. september
Guðstænasta úr Dals kirkju
213161