- Tíðindi, mentan og ítróttur
Dómararnir tosa ikki føroyskt
Men fleiri teirra skilja føroyskt og duga at lesa føroyskt eitt sindur. Eystari landsrættur fær javnan kunning frá Ríkisumboðsmanninum um, hvat hendir í Føroyum.
Tað sigur Søren Pape Poulsen, sum nú er løgmálaráðharri í Danmark, í svari til Tórbjørn Jacobsen, fólkatingsmann.
Tórbjørn Jacobsen spurdi, hvussu nógvir landsdómarar tosa føroyskt og hvussu nógvir teirra hava innlit í føroyska samfelagið.
Vil vita, hvat er gjørt
Tórbjørn Jacobsen spurdi eisini, hvat er gjørt seinastu 20 árini fyri at geva landsdómarum innlit í føroysk viðurskifti.
Í nógvum førum hava dómarar í Landsrættinum seinasta orðið í málum um føroysk viðurskifti burturav, sigur Tórbjørn Jacobsen.
Løgmálaráðið spurdi Domstolsstyrelsen, hvussu vorðið er við tí føroyska í Landsrættinum.
Aðrir skilja føroyskt
Fýra dómarar í Vestari landsrætti, ikki Eystari, sum hevur Føroyar, lesa og skilja føroyskt, tí teir hava arbeitt í Føroyum í tvey ár, antin hjá Ríkisumboðnum ella í Føroya rætti. Men teir tosa ikki føroyskt og duga heldur ikki at skriva føroyskt.
Sambært svarinum verður dentur lagdur á, at rættarformaðurin og hjálparformaðurin hava áhuga fyri føroyskum samfelagsviðurskiftum, mentan og rættarviðurskiftum, tá fólk verða sett í dómarastarv í fimtu deild hjá Eystari landsrætti.
Tey, sum verða sett, skulu eisini vera í deildini longur enn tvey ár, so tey fáa gott innlit í føroysk viðurskifti.