Fiskivinnan gevur meira

Fiskivinnan gevur meira
Landskassin fær 45 milliónir krónur meira enn væntað frá fiskivinnuni í ár. Meira kemur eisini inn í loyvisgjøldum frá alivinnuni í 2017
Tá fíggjarlógin fyri 2016 varð samtykt í desember í fjør varð roknað við 165 milliónum frá fiskivinnuni. Nú árið er við at vera liðugt er inntøkan 210 milliónir krónur
 
09.12.2016 - 17:19

Tá fíggjarlógin fyri 2016 varð samtykt í desember í fjør varð roknað við 165 milliónum frá fiskivinnuni. Men nú árið er við at vera liðugt er inntøkan 210 milliónir krónur.

Tað talið vil landsstýrið nú hava Fíggjarnevndina at seta í uppskotið um fíggjarlóg fyri 2017. Í fíggjarlógini í ár eru 165 milliónirnar allar avgjald í fíggjarlógini.

Men uppboðssølurnar í summar góvu til dømis 60 milliónir krónur. Loyvisgjøldini frá alivinnuni fara at geva landskassanum 138 milliónir krónur næsta ár og ikki 125.

Avlopið í fíggjarlógaruppskoti hækkað

Tann metingin er varin, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, tí laksaprísurin í ár hevur verið so góður.

Grundarlagið fyri metingini fyri 2017 er gongdin í 2016, men við tí fyrivarni, at umsetningurin minkar tíggju prosent næsta ár.

Avlopið í fíggjarlógaruppskotinum hjá landsstýrinum er hækkað 88 milliónir krónur upp í 200 milliónir.

Inntøkumetingin størri

Landsstýrið hevur biðið Fíggjarnevndina broyta uppskotið, millum annað við dagførdari inntøkumeting.

Inntøkumetingin er 105,6 milliónir krónur størri enn hon var síðst í september, tá fíggjarlógaruppskotið varð lagt fram.

Inntøkumetingin byggir á gongdina í ár, sigur Kristina Háfoss, landsstýriskvinna. Tað ber betur til at síggja í desember enn í september, hvørjar inntøkurnar hjá landskassanum verða, sigur hon.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 28. desember
Bolero 28 des 2025
202018
Sunnudag 28. desember
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
202016
Leygardag 27. desember
Morgunlestur leygardagur 27.desember 2025
201878
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 28. desember
Andaktin
202020
Sunnudag 28. desember
Møti úr Kelduni
202023
Fríggjadag 26. desember
Upp á gólv annað jólakvøld 2025
201866
Fríggjadag 26. desember
Javnaguðstænasta úr Glyvra kirkju
201983
Fríggjadag 26. desember
Andakt annan jóladag við Jógvani Fríðrikssyni.
201980