Tingmaður: Hetta skal kosta

Tingmaður: Hetta skal kosta
Fólk, sum koyra við píkadekkum, skulu gjalda umhvørvisgjald, heldur Heðin Mortensen, tingmaður hjá Javnaðarflokkinum
Fólk, sum koyra við píkadekkum í Føroyum, skulu gjalda eitt umhvørvisgjald á sama hátt sum gjørt verður í Noregi, heldur tingmaður
 
29.12.2016 - 08:43

Heðin Mortensen, løgtingsmaður, vil í grein 52 fyrispurningi hava at vita frá Henriki Old, landsstýrismanni, hvørjar ætlanir hann hevur um tiltøk, ið kunnu avmarka nýtsluna av píkadekkum.

Royndir vísa, at píkadekkini slíta vegirnar nógv meir enn onnnur dekk, og tað elvir til skaða, bæði á fólk og náttúru, vísir Heðin Mortensen, tingmaður, millum annað á.

Greinin heldur fram niðanfyri

Heðin Mortensen vísir á, at píkadekk ikki eru loyvd í Týsklandi, hóast miðalhitin kaldasta mánaðin í Hamburg er 0,4 stig. Í Havn er miðalhitin 3,4 stig kaldasta mánaðin.

Í Noreg kostar tað at koyra við píkadekkum, í størstu býunum 450 krónur um mánaðin. Tað heldur Heðin Mortensen hevði verið ein gongd leið í Føroyum.

Tað kundi avmarka nýtsluna av píkum. Og so kundi ein serskipan verið gjørd fyri tey vegastrekkini har píkar enn eru neyðugir, heldur Heðin Mortensen.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025