Fjórða ódnin í eina viku

Fjórða ódnin í eina viku
Fjórða ódnin í eina viku brast á í gjárkvøldið. Politiið fekk yvir 20 fráboðanir um skaðar í gjárkvøldið
Politiið fekk yvir 20 fráboðanir um skaðar tá ódnarveður aftur brast á hóskvøldið. Myndin er frá jólaódnini
Mynd: Lesaramynd: Regin Thomsen  
 
30.12.2016 - 08:11

Eftir midnátt var eingin fráboðan komin, tá útvarpið tosað við politiið í morgun. Takið fór av einum sethúsum í Klaksvík.

Og vegurin við Sandvíkarhjalla varð stongdur í næstan tveir tímar í gjárkvøldið, tí helvtin av einari bingju feyk á vegin.

Bingjan var við at fara, og politiið stongdi tí landsvegin fyri at binda um heilan fingur. Løtu seinni fór helvtin av bingjuni út á vegin.

Vegurin við Sandvíkarhjalla var opin aftur um ellivutíðina. Strandfaraskip landsins avlýstu eisini nógvar ferðir í gjárkvøldið fyri veður.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. oktober
Breddin: Dýrir bensin- og oljudropar
214693
Týsdag 13. oktober
Hvussu kemur málið undan?
214689
Mánadag 12. oktober
Norðurljóð 12.oktober 2026
214429
Mánadag 12. oktober
RagnarRokk. Maria Lessing um Resurgence
214015
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 13. oktober
Veðrið
214715
Mánadag 12. oktober
Veðrið
214655
Sunnudag 11. oktober
Møti úr Oasuni í Hoyvík
214615
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595