Finst at Anniku Olsen

Finst at Anniku Olsen
Heðin Mortensen, nú fyrrverandi borgarstjóri, heldur lítið um, at nýggi borgarstjórin í Havn ikki fer eftir formanssessinum í Kommunufelagnum
Tað fellur ikki í góða jørð hjá Heðini Mortensen, fyrrverandi borgarstjóra í Havn, at Annika Olsen ikki fer eftir formanssessinum í Kommunufelagnum. Aðalfundurin í Kommunufelagnum verður fríggjadagin
 
04.01.2017 - 10:30

Fyrrverandi borgarstjórin í Havn, Heðin Mortensen, finnst hvassliga at Anniku Olsen, borgarstjóra, eftir at hon týskvøldið gjørdi greitt, at hon heldur ikki, at borgarstjórin í Havn eisini skal røkja formanssessin í Kommunufelagnum.

Greinin heldur fram niðanfyri

Ein stórur partur av mest prinsipiellu málunum hjá kommununum verða viðgjørd í Kommunufelagnum, sum eisini er talurørið hjá kommununum og arbeiðir fyri at verja áhugamálini hjá teimum í mun til aðrar viðkomandi partar - eitt nú landsmyndugleikarnar, sigur Heðin Mortensen.

- Ein borgarstjóri má gera sína ávirkan galdandi, har sum málini verða viðgjørd - og tað er ofta í Kommunufelagnum. Ið hvussu er tey mál, sum hava felagskommunalan áhuga, og tað eru aloftast tey mest prinsipiellu málini, sigur Heðin Mortensen

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 12. mars
Veðrið
205547
Hósdag 12. mars
Andglettur - Framsókn
205513
Hósdag 12. mars
Tá røktin ikki røkkur
205491
Mikudag 11. mars
Úr Sjarpholinum til Bangkok (5:5)
204320
Mikudag 11. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
205459