- Tíðindi, mentan og ítróttur
Barnaváttanir á veg

Føroysk børn eru ikki líka væl vard ímóti kynsligum ágangi, sum børn í Danmark og Grønlandi, har tað er krav at vísa eina barnaváttan, um ein skal arbeiða á einum stovni við børnum.
Tað skrivar Dimmalætting í greinarøð um evnið í vikuskiftisblaðnum.
Men eitt uppskot um ríkislógartilmæli um barnaváttan er við at vera klárt og verður helst borið í løgtingið í hesum mánaðinum, sigur Nella Festirstein, deildarleiðari á løgmansskrivstovuni við Dimmlætting.
Tá lógin kemur í gildið, verður tað eitt krav til bæði almennir stovnar, og øll onnur, sum seta fólk í starv, har tey koma í samband við børn undir fimtan ár, at tey krevja eina barnaváttan.
Tað umfatar millum annað lærarar, námsfrøðingar, ítróttarvenjarar og skótaleiðarar. Kravið kann eisini umfata familjulimir hjá tí, sum hevur søkt eitt starv, skrivar Dimmalætting í greinarøð um evnið í vikuskiftisblaðnum.


























