VMR: Eiga at endurskoða skattin hjá oljufeløgum

VMR: Eiga at endurskoða skattin hjá oljufeløgum
Vinnumálaráðið vil hava at vita, hvat hendir, um partafelagsskatturin hjá oljufeløgum fer úr 27 niður í 18 prosent.
 
13.01.2017 - 12:41

Hóast feløgini, sum leita eftir olju í føroyska landgrunninum, ikki eru so hart skattað sum í nógvum øðrum londum, mælir Vinnumálaráðið til at endurskoða skattaskipanina.

Vinnumálaráðið vil millum annað hava at vita, hvat hendir, um partafelagsskatturin hjá oljufeløgunum fer úr 27 niður í 18 prosent.

Møguliga verða feløgini, sum leita eftir olju í føroysku undirgrundini, ov hart skattað.

Vinnumálaráðið mælir til at endurskoða skattaskipanina fyri at kanna avleiðingarnar, um feløgini gjalda vanligan partafelagsskatt, sum er 18 prosent, í staðin fyri 27 prosent sum nú.

Serskatturin skal kanska eisini endurskoðast.

Meiri kappingarført

Í viðmerkingunum um lógaruppskotið um fjórða útbjóðingarumfar stendur, at lægri partafelagsskattur kann gera, at føroyska økið verður meira kappingarført. 

Ikki tí, at feløg, sum leita eftir olju, verða so hart skattað í Føroyum. 

Skatturin er undir miðal samanborin við skattin í øðrum londum.

Serskatturin verður lagdur á serliga stóran vinning frá oljuframleiðslu. Umframt skattin er ætlanin at leggja eitt framleiðslugjald á inntøkurnar hjá oljufeløgunum. 

Men sambært Vinnumálaráðnum skal framleiðslugjaldið ikki vera hægri enn tvey prosent. 

Hava oljufeløg eitt avkast, sum er minni enn 20 prosent av íløgunum og rakstrinum, gjalda tey okkurt um 28,5 prosent í skatti og framleiðslugjaldi. 

Koma tey upp á hægsta skattastig, kunnu feløgini koma at gjalda 57 prosent í skatti og framleiðslugjaldi.

Men treytin tá er, at tey hava eitt avkast upp á minst 30 prosent av íløgunum og rakstrinum. 

Víddar- og umhvørvisgjald

Umframt skatt og framleiðslugjald verður álagt feløgunum at rinda eitt víddar- og umhvørvisgjald, 750 kr. fyri ferkilometurin um árið fyrstu seks árini. Síðani hækkar gjaldið so líðandi hvørt árið og endar uppi í 39.250 krónum fyru ferkilometurin 16. og seinasta árið.

Higartil hevur landskassin fingið 110 mió. kr. frá feløgunum, sum hava fingið loyvi at leita eftir olju við Føroyar.  

Oljufeløgini halda, at tað er ein byrða at skula umvegis føroyskan bryggjukant ella flogvøll við allari útgerð og øllum fólki og skula skifta veitarar til eina boring í Føroyum. 

Tey halda ikki, at hendan ásetingin í serligan mun virkar fyri at menna føroyskan førleika.
 
Heildarmetingin hjá Jarðfeingi er tó, at hesar ásetingar verða varðveittar. Tó eigur at verða hugt eftir, hvussu hesar ásetingar kunnu brúkast at útvega føroyskum fyritøkum varandi uppgávur.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 13. januar
Morgunlestur týsdagur 13.januar 2026
202442
Mánadag 12. januar
Slutur fyri ein slatur í januar
202522
Mánadag 12. januar
Morgunlestur mánadagur 12.januar 2026
202440
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 12. januar
Veðrið
202554
Sunnudag 11. januar
Guðstænasta úr Fuglafjarðar kirkju
202498
Sunnudag 11. januar
Andaktin við Ólavi Davidsen
202497
Sunnudag 11. januar
Nýggjárskonsertin 2026
202491
Fríggjadag 9. januar
Dagur og vika - teknmálstulkað
202429