Góðveður kemur illa við

Góðveður kemur illa við
Góða veðrið í fjør gjørdi, at SEV fekk tíggju prosenstig minni burtur úr varandi orkukeldunum í fjør enn árið fyri
SEV fekk tíggju prosentstig minni burtur úr varandi orkukeldum í fjør enn enn árið fyri
 
18.01.2017 - 15:59

Meðan onnur gremja seg um støðugt illveður, tosar SEV um góðveður, sum kemur illa við. 

Góða veðrið í fjør gjørdi, at SEV fekk tíggju prosenstig minni burtur úr varandi orkukeldunum í fjør enn árið fyri.

Grøna orkan, orkan, sum fekst úr vindi og vatni, í 2016 var 50 prosent, hon var 60 prosent í 2016. Myllurnar góvu 16,4 prosent og vatnið 33,5 prosent í fjør.

Góðveðrið ein avbjóðing

Góðveðrið í 2016 er dømi um ta avbjóðing, ið stendur fyri framman á grønu kósini hjá SEV, landsstýrinum og øllum samfelagnum.

- Tað er júst avbjóðingin, hvussu vit goyma varandi orku til góðveðursdagar, sum nú verður viðgjørd nærri í langtíðarætlanini fyri grønu útbyggingarnar fram til 2030, tá vit ætlandi verða 100 prosent grøn.

Tað sigur Hákun Djurhuus, stjóri í SEV. SEV hevur ongantíð áður gjørt so nógvan streym í sum í fjør.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 26. mai
Morgunlestur týsdagur 26.mai 2026
208229
Mánadag 25. mai
Eitt undur at vit kláraðu tað
208777
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta av ovara vølli.
208771
Mánadag 25. mai
Morgunlestur mánadagur 25.mai 2026
208228
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 26. mai
Veðrið
208816
Mánadag 25. mai
Andaktin 2. Hvítusunnudag
208776
Mánadag 25. mai
Uttanduraguðstænasta í Gundadali
208770