Lækkað prístal ávirkar ikki lestrarstuðulin

Lækkað prístal ávirkar ikki lestrarstuðulin
Mentamálaráðið hevur gjørt uppskot um lógarbroyting
Aspirantar á skipum fáa eisini stuðul 12. mánaðin, tí teir eru í útbúgving alt árið.
 
24.01.2017 - 08:04

Lestrarstuðulin skal ikki minka, hóast prístalið lækkar.

Tað ætlar Mentamálaráðið, sum hevur uppskot um at broyta lógina um lestrarstuðul.

Lógarbroytingin ger, at lestrarstuðulin minkar ikki 0,3 prosent tann 1.august í ár, tí prístalið lækkar.

Kostar 150.000 kr.

Hetta fer at kosta landskassanum 150.000 kr. í ár, men annars 300.000 kr. um árið.  

Ein onnur lógarbroyting er, at aspirantar á skipum fáa eisini stuðul 12. mánaðin, tí teir eru í útbúgving alt árið.

Hetta fer at kosta 50.000 kr. í ár, tí tíggju næmingar eru í aspirantsskipanini. Men harafturat skal teldukervið hjá Studna broytast fyri 75.000 kr. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 20. oktober
Vitan
215009
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 20. oktober
Veðrið
215101
Týsdag 20. oktober
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215053
Mánadag 19. oktober
Veðrið
215028
Mánadag 19. oktober
Leivur vil liva - teknmálstulkað
215025