Ov fá foreldur í skúlastýrum

Ov fá foreldur í skúlastýrum
Heim og skúli hava heitt á Mentamálaráðið um at broyta skipanina, so fleiri foreldur vera í skúlastýrum, har nógvir næmingar eru
 
24.01.2017 - 09:15

Fleiri foreldur eiga at vera í skúlastýrunum hjá stóru skúlunum, tí trý foreldur eru ov lítið, tá fleiri hundrað næmingar eru í skúlanum. 

Í Danmark eru fleiri foreldraumboð í stóru skúlunum og í skúlum, sum hava fleiri deildir. 

Hetta er eitt uppskot, sum varð frammi á evnisdegnum hjá nýggju skúlastýrunum. 

Heim og skúli og Mentamálaráðið skipaðu fyri evnisdegnum leygardagin. 100 fólk vóru við.  

Eitt annað uppskot, sum hevur verið frammi fyrr, er at geva skúlastýrislimunum samsýning.

Sambært heimasíðuni hjá Heimi og skúla er heitt á Mentamálaráðið um at fáa hetta í lag. Ætlanin er eisini at tosa við Kommunufelagið um spurningin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 19. oktober
Norðurljóð 19.oktober 2026
214430
Mánadag 19. oktober
RagnarRokk: Brian Tichy um Led By Vultures
214018
Sunnudag 18. oktober
Bolero 18 okt 2026
214959
Sunnudag 18. oktober
Guðstænasta í Hoyvíkar kirkju
214957
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 18. oktober
Andaktin við Jørgeni Frantz Andreasen
214952
Sunnudag 18. oktober
Møti úr Nerija á Skála
214961
Leygardag 17. oktober
Sement 2026 (3:3)
214954
Fríggjadag 16. oktober
Veðrið
214926