Michelin-stjørna mettar hinar matstovurnar

Michelin-stjørna mettar hinar matstovurnar
Michelin-stjørnan hjá KOKS er ein gyltur møguleiki hjá øðrum matstovum í Føroyum, sum eisini fara at kenna ágóðan av viðurkenningini hjá KOKS
Michelin-stjørnan hjá KOKS er ein gyltur møguleiki hjá øðrum matstovum í Føroyum, sum fara at kenna ágóðan av, at KOKS hevur fingið eina Michelin-stjørnu
 
24.02.2017 - 10:16

Michelin-stjørnan hjá KOKS er ein gyltur møguleiki hjá øðrum matstovum í Føroyum, sum fara at kenna ágóðan av, at KOKS hevur fingið eina Michelin-stjørnu.

Tað siga bæði Johannes Jensen, stjóri á KOKS, sum mikudagin fekk eina av høgt mettu Michelin-stjørnunum, og Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

SÍ EISINI Bíleggingar fyri eina millión

Fyri hvørja ferð, eitt ferðafólk etur á matstovuni, KOKS, eta tey eisini á fleiri øðrum matstovum í Føroyum, sigur Johannes Jensen, stjóri á KOKS, við útvarpið.

KOKS er ein lítil matstova við eini 20 plássum. Tí verður bíðilistin helst langur, nú matstovan hevur fingið viðurkenda dygdarstemplið frá Michelin. 

Byggja nýggja matstovu

Hinvegin gevur viðurkenningin av KOKS eisini møguleika hjá øðrum at bjóða seg fram, sigur Guðrið Højgaard, stjóri á Visit Faroe Islands.

Matstovan KOKS hevur, sum er, ikki opið nú um veturin, men letur uppaftur 11. apríl. Í løtuni heldur KOKS til í sethúsum í Kirkjubø.

Men farið verður at byggja eina nýggja matstovu í Kerjum, framman fyri Hotel Føroyar, og hon skal standa liðug í 2018.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. februar
Við Tórði á túri á Setrinum - (3:3)
204296
Mánadag 16. februar
Norðurljóð: STORM um Lullaby
204183
Mánadag 16. februar
Morgunlestur mánadagur 16.februar 2026
204087
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju
204242
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. februar
Veðrið
204304
Sunnudag 15. februar
Guðstænasta í Havnar kirkju.
204257
Sunnudag 15. februar
Andakt
204252
Sunnudag 15. februar
Stjørnan í triðja parti
204279
Leygardag 14. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
204223