Lata hálva millión til yrkisleiklist

Lata hálva millión til yrkisleiklist
Mentamálaráðið lýsir nú við einum eykaumfari, har áhugað í Føroyum kunnu søkja um pening til yrkisleiklist
Nú ber til at søkja um stuðul til yrkisleiklist í 2017, eitt hálvt ár fyrr enn upprunaliga ætlað. Í ár verður peningur eisini latin í einum eykaumfari
 
05.03.2017 - 19:12

Nú ber til at søkja um stuðul til yrkisleiklist í 2017, eitt hálvt ár fyrr enn upprunaliga ætlað. Í ár verður peningur eisini latin í einum eykaumfari, skrivar Mentamálaráðið á heimasíðuni.

Vanliga verður lýst í oktober og freistin at søkja um stuðul til yrkisleiklist er vanliga hálvan desember. Nú kunnu leiklistafólk søkja um stuðul, nú peningur verður latin í einum eykaumfari.

505.000 krónur verða latnar, nú áhugað kunnu søkja um pening í einum eykaumfari. Tað er Leiklistaráðið, ið ger tilmæli til landsstýrismannin í mentamálum um stuðulsveitingar til yrkisleiklist.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 16. november
Norðurljóð 16.november 2026
215027
Sunnudag 15. november
Bolero - Niels V. Gade
216433
Sunnudag 15. november
Guðstænasta í Haldarsvíkar kirkju
216428
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 16. november
Veðrið
216486
Mánadag 16. november
Bygdarliv 4 – Eiði
216470
Sunnudag 15. november
Møti
216442
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214