Kærur sendar til hoyringar

Kærur sendar til hoyringar
Landsstýrismálanevndin sendir nú kærurnar um løgmann og ein landsstýrismann til hoyringar hjá teimum báðum kærdu
 
07.03.2017 - 08:40

Landsstýrismálanevndin sendir kærurnar hjá Jacob Vestergaard og Jørgen Niclasen um ávikavist Aksel V. Johannesen, løgmann, og Høgna Hoydal, landsstýrismann í fiskivinnumálum, til hoyringar hjá teimum báðum kærdu. Tað varð avgjørt á fundi hjá nevndini í gjár.

Jacob Vestergaard í Fólkaflokkinum vil hava Landsstýrismálanevndina at kanna, um løgmaður hevur sagt ósatt fyri tinginum í sambandi við eitt mál, tá Aksel V. Johannesen seldi sín part í línuskipinum Klakki fyrst í hesi øldini.

SÍ EISINI Nevnd fingið kæru um Høgna Hoydal

Jørgen Niclasen í Fólkaflokkurin kærir um, at Høgni Hoydal, landsstýrismaður, fyrst gav nótaskipunum makrelkvotur. Ein mánað seinni tók hann part av kvotunum í ES-sjógvi aftur.

Fólkaflokkurin sigur, at sambært fyrisitingarrættinum er ein fyrisitingarlig tilsøgn um eitt fiskiloyvi ein bindandi tilsøgn, sum ikki kann takast aftur.

Landsstýrismálanevndin hevur eina aðra kæru um Aksel V. Johannesen og eina um Høgna Hoydal. Meginfelag útróðrarmanna hevur kært Høgna Hoydal fyri embætisførslu hansara, tá hann gjørdi og legði fram lógaruppskotið um fiskidagar fyri verandi fiskiár.

SÍ EISINI Landsstýrismálanevndin vil hava fleiri upplýsingar

Hendan kæran varð ikki viðgjørd á fundinum í gjár. Miðflokkurin hevur kært løgmann fyri at leggja grein 14, annað stykki, í hjúnabandslógini í Mentamálaráðið. 

Miðflokkurin heldur, at løgmaður fór út um sínar heimildir og uttan um løgtingið, tá hann boðaði frá, at grein 14, annað stykki, er yvirtikin. 

Í gjár vóru Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, Poul Geert Hansen, aðalstjóri, Torkil V. Rasmussen, løg­frøðingur og Bergur Berg, fulltrúa í Mentamálaráðnum á fundinum hjá Landsstýrisnevndini. Landsstýrismálanevndin hevur fund aftur mánadagin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 11. november
Dansival 11 nov 2026
216272
Mikudag 11. november
Vágskálin: Millum veruleika og óveruleika
215895
Mikudag 11. november
Skratsj 11. novembur 2026
216266
Mikudag 11. november
Mono - 90'ini undir lupp (2:4)
216264
Mikudag 11. november
Eg kendi meg sum greinina
216035
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 15. november
Eitt dýpi av dýrari tíð 2:2
216214
Leygardag 14. november
Eitt dýpi av dýrari tíð (1:2)
216213
Týsdag 10. november
Veðrið
216210
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096