Ætlanir um føroyaflúgving longu sleptar

Ætlanir um føroyaflúgving longu sleptar
Skotska flogfelagið Flybe kemur ikki til Føroya í summar kortini. Felagið hevði fingið neyðugu loyvini til flúgvingina
Flybe, eitt skotskt flogfelag, ið eftir ætlan skuldi byrja føroyaflúgving í summar, hevur longu slept ætlanunum
 
13.03.2017 - 12:15

Felagið hevur avgjørt at sleppa ætlanini um at flúgva millum Aberdeen og Føroyar í summar. Tað váttar Ian Ritchie hjá LoganAir, sum Flybe skuldi flúgva fyri, í dag.

Vága floghavn hevur eisini fingið at vita, at Flybe kemur ikki í ár, sigur Jákup Sverri Kass, stjóri. Flybe skuldi flúgva fríggjadag og sunnudag frá 26. mai til eina ferð í september.

Sum skilst var áhugin fyri leiðini ikki nóg stórur. Og tað var eisini trupult at útvega ferðafólki hotell-kamar í Føroyum í summar. Flybe hevði annars fingið loyvi at flúgva til Føroya.

SAS kemur til Føroya um minni enn tvær vikur. Føroyaflúgvingin hjá SAS byrjar sunnudagin 26. mars.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 18. februar
Veðrið
187962
Sunnudag 16. februar
VÍF - Kyndil, menn
187840
Sunnudag 16. februar
Guðstænasta úr Havnar kirkju
187829
Leygardag 15. februar
2. hálvfinala hjá monnum: H71 - KÍF
187825
Leygardag 15. februar
H71 - Neistin, kvinnur
187824