Taka væl ímóti ætlaðum filmshúsi

Taka væl ímóti ætlaðum filmshúsi
Eitt uppskot hjá landsstýrismanninum um at seta á stovn eitt filmshús fær góða móttøku. Nøkur tingfólk ivast tó í, um málsøkið liggur í skeivum ráði
 
14.03.2017 - 15:53

Uppskotið hjá Poul Michelsen, landsstýrismanni, um at seta á stovn filmshús fær sum heild góða undirtøku í tinginum, men summi tingfólk seta spurnatekin við, um tað er rætt, at málsøkið liggur bæði hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum og Mentamálaráðnum.

Ein millión krónur er sett av á fíggjarlógini í ár til filmshús á kontu hjá Uttanríkis- og vinnumálaráðnum. Undir Mentamálaráðnum eru tvær milliónir krónur játtaðar í ár til stuðul til mentan, film og list.

SÍ EISINI Uppskot um Filmshúsið til hoyringar

Sambært uppskotinum skal Filmshúsið savna og miðla vitan um film, filmsvinnu og filmsførleikar í Føroyum, so at bæði føroyskar og útlendskar framleiðslur kunnu verða settar í verk.

Í fyrstuni verður ikki stórur tørvur á hølum til Filmshúsið. Nóg mikið er við einari skrivstovu til leiðaran umframt atgongd til fundarhøli. Arbeitt verður fram ímóti, at virksemið hjá Filmshúsinum verður saman við filmsverkstaðnum Klippfiski.

Skotið verður upp at seta eitt stýri fyri Filmshúsið, sum landsstýrismaðurin tilnevnir, og Filmshúsið skal hava sjálvstøðuga játtan á figgjarlógini. Uppskotið um filmshúsið er farið í vinnunevndina til viðgerðar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 10. juli
RagnarRokk: Oskar Cedermalm um Masterflow
209119
Hósdag 9. juli
RagnarRokk 9.juli 2026
209721
Hósdag 9. juli
RagnarRokk: Mickey Dee um Lex Legion
209720
Hósdag 9. juli
Summarbeiti 9. juli 2026
210735
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 7. juli
Veðrið
210618
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf kvinnur
210528
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 10mf
210525
Leygardag 4. juli
Fjarðastevna 2026: 5mf gentur 17-18
210523