Pengarnir stroyma í kassan

Pengarnir stroyma í kassan
2016 gjørdist tað besta roknskaparárið hjá tónleikavinnuni síðani 2009. Grundin er stóru stroymingtænasturnar, sum fólk hava tikið til sín
Alsamt fleiri fólk brúka stroymingtænastur frá eitt nú Spotify og Apple Music, vísir nýggjasta uppgerðin hjá tónleikavinnuni
 
02.04.2017 - 15:35

Alsamt fleiri fólk brúka stroymingtænastur frá eitt nú Spotify og Apple Music. Tað merkist og fløvar hjá tónleikavinnuni, ið annars hevur merkt sviðan av fallandi søluni síðstu árini.

2016 varð tað besta roknskaparárið hjá tónleikavinnuni síðani 2009, vísir nýggjasta uppgerðin hjá RIIA, sum er felagsskapurin hjá tónleikavinnuni í USA, skrivar Engadget á netinum.

SÍ EISINI Hesar fáa nú uppreisn

Talið á fólki í USA, sum gjalda fyri stroymingtænastur, tvífaldaðist eftir bara einum ári. Í 2015 høvdu tænasturnar 10,8 milliónir gjaldandi brúkarar í USA, í 2016 var talið 22,8 milliónir brúkarar.

Tað eru ikki bara stroymingtænasturnar, ið hava góðar dagar. Vinylpláturnar ganga eisini sum heitt breyð, og ikki síðani 1985 hava so nógvar plátur verið seldar sum nú, boðaði vinnan frá í januar.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 15. juli
Morgunlestur týsdagur 15.juli 2025
194086
Mánadag 14. juli
Poppverturin
194204
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. juli
Veðrið
194514
Týsdag 15. juli
Og ein summardag (1:2)
194521
Mánadag 14. juli
Seinasti vitameistarin
194455
Sunnudag 13. juli
Kappróður á fjarðastevnu
194401