Finalistarnir í borðtennis funnir

Finalistarnir í borðtennis funnir
Fróði F. Jensen og Pætur Albinus møtast í finaluni á Stóra FM-degnum. Hjá kvinnum møtast stórfavoritturin Henrietta Nielsen og Anna Mikkjalsdóttir
 
21.04.2017 - 22:39

Innleiðandi kappingarnar í borðtennis vóru í Eysturskúlanum í Havn í gjárkvøldið. Nú er greitt, at Fróði Fríðason Jensen, sum hevur tvey føroyameistaraheiti í skjáttuni, møtir Pætur Albinus í finaluni fyri einstaklingar. Pætur hevur einaferð verið føroyameistari og tað var í 2015. Í hálvfinaluni vann Fróði móti superveteraninum Peter Niclasen og Pætur vann móti verandi føroyameistara, sum er Hallur Thorsteinsson.

Finalan í dag er ein endurtøka av finaluni í 2015. Tá vann Pætur við settmuninum 4-3 (6-11, 11-7, 10-12, 11-7, 10-12, 11-5, 11-9).

Í finaluni í borðtennis hjá kvinnum møtast Henrietta Nielsen, sum spælir í Danmark, og Anna Mikkjalsdóttir úr Trongisvági. Hetta er sætta árið á rað, at 19 ára gamla Anna er í finaluni. Hon var føroyameistari í 2012 og aftur í fjør. Hóast mótstøðan hesa ferð verður dygg, so fer Anna ikki at leggja seg niður, men fer at berjast um hvønn bólt, sigur Borðtennissambandið í skrivi.

Henrietta Nielsen hevur tvær ferðir áður verið við í kappingini um føroyameistaraheitið. Tað var í 2011 og 2013 og hon vann bæði árini.  Henrietta hevur eisini vunnið heiðursmerki fyri Føroyar á teimum tveimum seinastu oyggjaleikunum hon hevur verið við.

Stóri FM-dagurin í badminton, borðtennis og judo byrjar í Ítróttarhøllini á Hálsi í Havn kl. 13 í dag og Sjónvarpið sendir allar finalurnar beinleiðis.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 18. mars
Fyrsta val 18. mars 2026
205820
Mikudag 18. mars
Fyrireiking er lykilin
205812
Mikudag 18. mars
Andgletturin
205811
Mikudag 18. mars
Góðan morgun Føroyar
205809
Mikudag 18. mars
Morgunlestur mikudagur 18.mars 2026
205766
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 18. mars
Andgletturin - Miðflokkurin
205810
Týsdag 17. mars
Tinggáttin
205791
Týsdag 17. mars
Veðrið
205784
Týsdag 17. mars
Folkaflokkurin í heita stólinum (3:7)
205765