Hótta nú við verkfalli

Hótta nú við verkfalli
Kommunulæknarnir í Føroyum fara í verkfall, verða arbeiðsumstøðurnar hjá teimum ikki betri
 
01.05.2017 - 14:21

Kommunulæknafelagið hóttir nú við at fara í verkfall, verða arbeiðsumstøðurnar hjá kommunulæknunum í Føroyum ikki bøttar skjótt. Tað sigur Marjus Dam, formaður í Kommunulæknafelagnum, við útvarpið.

Felagið hjá kommunulæknunum í Føroyum hevur í vikuni eisini vissað sær stuðul frá læknafeløgum í norðurlondum, um arbeiðið verður lagt niður.

Tað vil siga, at norðurlendskir læknar hava lovað Kommunulæknafelagnum, at teir fara ikki í starv í Føroyum, um verkfallið gerst veruleiki. Marjus Dam vónar ikki, at tað verður neyðugt at fara í verkfall.

Trupulleikin ikki nýggjur

Marjus Dam sigur, at hetta er í fyrstu atløgu ein hóttan. Hann vil ikki siga ítøkiliga, nær tolið hjá kommunulæknunum er uppi. Men hendir einki skjótt, so eru ikki aðrir møguleikar.

Tað er trupult at fáa kommunulæknar í starv í Føroyum. Tað hevur verið støðan í nógv ár. 30 kommunulæknastørv eru í dag. 18 teirra eru mannað við kommunulæknum í føstum starvi.

Tað er bara í Havn, at tað ber til at manna leysu størvini. Uttan fyri Havnina verða flestu størvini mannað við skiftandi - ofta útlendskum - avloysarum.

Hava ov nógv at gera

Kommunufelagið heldur orsøkina vera, at kommunulæknarnir hava ov nógv at gera og at lønarviðurskiftini eru ov vánalig.

Men Marjus Dam hevur bara havt tveir fundir við landsstýriskvinnuna, síðan samgongan tók við í september 2015. Seinasti fundurin var fyri fýra vikum síðan. Og hann hevur einki hoyrt aftur.

Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum, hevur sett sær fyri at nýskipa kommunulæknaøkið í hesum árinum. Felagið tekur ikki undir við teimum ætlanunum, landsstýriskvinnan hevur lagt fyri økið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 26. juli
Guðstænasta úr Fjósinum á G!
211114
Leygardag 25. juli
Radio Stjernekilde - Partur 10
209140
Fríggjadag 24. juli
Vikuskiftið 24. juli 2026
211275
Fríggjadag 24. juli
Praktikanturin #21: Tilda West
211268
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 24. juli
Veðrið
211272
Týsdag 21. juli
Veðrið
211182
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 5mf dreingir 17-18
211100
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 6mf masters kvinnur
211099
Leygardag 18. juli
Sundalagsstevna 2026: 10mf
211098