Minni á uppboðssølu

bannari
Minni á uppboðssølu
Samgongan minkar munandi um partin av veiddum fiski, ið skal á uppboðssølu, í nýggju semjuni, sum er gjørd
 
05.05.2017 - 08:03

"Í minsta lagi 60% av allari veiðu hjá føroyskum fiskifari, undantikið veiðu, ið er virkað umborð, skal bjóðast út um góðkenda uppboðssølu í Føroyum," stóð í upprunauppskotinum, sum varð lagt fram í mars.

Men hetta er minkað munandi, tí sambært semjuni, sum samgongan hevur gjørt nú, skulu 20 prosent av veidda fiskinum bjóðast út um góðkenda uppboðssølu. Skipanin skal eftirmetast árliga.

Antitrustparturin ikki afturvirkandi

Eisini í antittrustpartinum, hvussu nógv rættindi hvør kann eiga, eru broytingar gjørdar. Sambært upprunauppskotinum, kundi ongin eiga meira enn 12 prosent av samlaðu veiðurættindum, men hetta markið er hækkað uppí 17,5 prosent.

Markini fyri hvat hvør kann eiga av rættindum fyri hvørt fiska slag er eisini broytt. Markið fyri uppsjóvarfisk er 20 prosent, tað var 15 prosent í upprunaupskotinum, 20 prosent fyri botnfisk undir Føroyum.

Tað markið var eisini 15 prosent, og 20 prosent á fjarleiðunum, sum t.d. í Barentshavinum. Upprunaliga var tað 25 prosent fyri Barentshavið. Men antitrustmørkini eru ikki aftureftirvirkandi og ikki galdandi fyri at bjóða upp á stutttíðarrættindi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 20. september
Bolero
213531
Sunnudag 20. september
Guðstænasta í Glyvra kirkju
213526
Sunnudag 20. september
Filosofiskur 2. partur
213469
Leygardag 19. september
Jambalaja - 190926
213511
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 20. september
Andakt
213532
Sunnudag 20. september
Guðstænasta úr gjónni við Gjógv
213527
Fríggjadag 18. september
Veðrið
213493
Fríggjadag 18. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213473
Hósdag 17. september
Veðrið
213424