2016 royndist illa

2016 royndist illa
Færri gistingar og vánaliga veðrið á festivalunum í fjør ávirkaðu ársúrslitið hjá størsta matstovu- og gistingarhússamtakinum í Føroyum
Partafelagið Gist & Vist hevði lakari úrslit í fjør. Tað vísir grannskoðaði ársroknskapurin fyri 2016
 
10.05.2017 - 08:58

Partafelagið Gist & Vist hevði lakari úrslit í fjør. Tað vísir grannskoðaði ársroknskapurin fyri 2016. Partafelagið Gist & Vist rekur millum annað Hotel Føroyar, Hotel Tórshavn, Hotel Vágar og matstovur í Havn. 

Ársúrslitið fyri skatt varð góðar 1,7 milliónir krónur fyri skatt. Sostatt munandi verri enn árið fyri, tá úrslitið fyri skatt varð 6,5 milliónir krónur, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Góð útlit fyri 2017

Eginpeningurin hjá felagnum er 19,6 milliónir krónur. Laka úrslitið kemst í høvuðsheitum av, at talið av gistingum á gistingarhúsunum hjá partafelagnum í fjør var lægri enn í 2015. 

Harumframt hevur vánaligt veður á festivalum í fjør ávirkað úrslitið skeiva vegin. Men leiðslan í Gist & Vist metir, at útlitini fyri 2017 eru rímiliga góð. 

Gist & Vist eigur fýra gistingarhús og rekur 12 matstovur. Í 2016 rindaði Gist & Vist 48 milliónir krónur í lønum og gjørdi nýíløgur fyri 28,5 milliónir krónur, skrivar felagið í tíðindaskrivi.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 8. mai
Vikuskiftið 8 mei 2026
208110
Fríggjadag 8. mai
LEITISSTEIN 08.05.2026 (Sámal Ravnsfjall)
208107
Fríggjadag 8. mai
Breddin: Gjøld á alivinnuna
208082
Fríggjadag 8. mai
Beinleiðis úr Studio 5 - Jógvan
208077
Hósdag 7. mai
RagnarRokk 7.mai 2026
207512
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 8. mai
Veðrið
208112
Fríggjadag 8. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
208075
Hósdag 7. mai
Sært tú fuglin? III 4:4
207996
Hósdag 7. mai
Veðrið
208040
Mikudag 6. mai
Dagur og vika - teknmálstulkað
207968