ES og USA ósamd um veðurlagsbroytingar

ES og USA ósamd um veðurlagsbroytingar
Trump, forseti, hevur havt sín fyrsta fund við ES
Donald Trump hevur havt fund í Brúsel í dag. Yvirav honum situr forsetin í ES, Donald Tusk
 
25.05.2017 - 16:01

Samd um Ukreina og yvirgang, men ósamd um veðurlagsbroytingar, handilsavtalur og Russland. 

Hetta var niðurstøðan eftir fundin millum amerikanska forsetan Donald Trump og forsetan í ES, Donald Tusk. 

Amerikanski forsetin er í hesum døgum á síni fyrstu vitjan í Evropa. 

Í dag var hann á vitjan í Brúsel og hitti fleiri leiðarar í ES. 

- Vit eru samdir um nógv. Serliga lóggávu móti yvirgangi, segði Donald Tusk eftir fundin.

Forsetin í ES segði tó, at partarnir stóðu longur frá hvørjum øðrum, tá talan var um veðurlagsbroytingar og handilsavtalur. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 3. november
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
215820
Mánadag 2. november
Veðrið
215775
Sunnudag 1. november
Andakt við Dann Johannesen
215717