Endaligt: Broytingin í hjúnabandslógini samtykt

Endaligt: Broytingin í hjúnabandslógini samtykt
18 atkvøddu fyri, 14 atkvøddu ímóti og eingin atkvøða var blank. Samkynd sleppa skjótt at giftast borgarliga í Føroyum
 
30.05.2017 - 15:26

Lógvabrestir rungaðu í løgtingssalinum fyri lítlari løtu síðani, tá broytingin í hjúnabandslógini var til triðju og sostatt eisini seinastu viðgerð í Løgtinginum.

18 løgtingsfólk atkvøddu fyri og 14 atkvøddu ímóti, at hjúnabandslógin skal broytast, so samkynd kunnu giftast borgarliga. Eingin atkvøða var blank.

Tað ganga helst umleið einir tríggir mánaðir áðrenn samkynd kunnu giftast borgarliga í Føroyum, segði Sirið Stenberg, landsstýriskvinna, við útvarpið á døgurða.

Løgtingsfólk atkvøddu um fýra ymisk broytingaruoppskot, áðrenn atkvøtt varð um at broyta hjúnabandslógina, men øll tey fýra uppskotini fullu, tá atkvøtt varð.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 3. juli
Morgunlestur
210452
Hósdag 2. juli
RagnarRokk 2.juli 2026
210388
Hósdag 2. juli
HM-tíðindi 2. juli 2026
210436
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 1. juli
Dagur og vika - teknmálstulkað
210384
Týsdag 30. juni
Veðrið
210360