Heildarveiðan minkaði eitt vet

Heildarveiðan minkaði eitt vet
Fiskiflotin fiskaði eitt sindur minni í 2016 enn í 2015. Næstan helvtin varð fiskað í føroyskum sjógvi í fjør
 
31.05.2017 - 16:28

Føroyski fiskiflotin fiskaði 568.000 tons í fjør, tað eru 18.000 tons minni enn í 2015, upplýsir Hagstovan. 279.000 tons, næstan helvtin, vórðu fiskað í føroyskum sjógvi í fjør.

Føroyingar fiskaðu 13.000 tons meira av sild í fjør enn í 2015 og góð 21.000 tons minni av lodnu og 12.000 tons minni av makreli. Heildarveiðan er uppgjørd í livandi vekt.

Síðani 2012 er føroyska heildarveiðan vaksin góð 200.000 tons. Talan er um uppsjóvarfisk. Men hon er ikki so góð nú sum hon var metárið 2006, tá føroysk skip fiskaðu 623.000 tons.  

Fýra fimtingar av heildarveiðuni í fjør vóru uppsjóvarfiskur. 282.000 tons av svartkjafti vórðu fiskað í 2016.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. september
Tá jødarnir krógvaðu seg á kirkjuloftinum
213909
Mánadag 28. september
Norðurljóð 28.september 2026
213698
Sunnudag 27. september
Bolero
213854
Sunnudag 27. september
Javnlíkar 7.partur (7:7)
109105
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 29. september
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
213938
Mánadag 28. september
Veðrið
213906
Sunnudag 27. september
Andakt
213849
Fríggjadag 25. september
Veðrið
213809
Fríggjadag 25. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213786