Dagbøtur fyribils steðgaðar

Dagbøtur fyribils steðgaðar
Býráðslimirnir í Tórshavnar kommunu fáa ikki dagbøtur kortini. Tær skuldu annars fara at virka mikudagin, 7. juni
 
10.06.2017 - 11:58

Turið Arge, aðalstjóri í Innlendsmálaráðnum, sigur, at dagbøturnar eru fyribils steðgaðar. Orsøkin er, at Tórshavnar kommuna hevur boðað frá, at hon hevur latið Mentamálaráðnum tilfarið um tvær uppsagnir á dagsstovnaøkinum, sum ráðið bað um.

Kommunan fekk loyvi frá Pedagogfelagnum, har sum uppsøgdu fólkini eru limir, at geva Mentamálaráðnum partsinnlit í skjølini um málini hjá teimum báðum uppsøgdu. Býráðslimirnir í Havn skuldu fáa dagbót, 300 krónur um dagin hvør, til Mentamálaráðið fekk tilfarið, sum tað bað um í kærumálunum.

SÍ EISINI Býráðslimir fáa nú dagbøtur

Uppsagnirnar eru kærdar til Mentamálaráðið. Tórshavnar kommuna góðtekur ikki, at Mentamálaráðið er kærumyndugleiki. Turið Arge sigur, at Mentamálaráðið kannar nú, um tað hevur fingið alt tað tilfar, sum biðið varð um.

Fyribils eru dagbøturnar tí útsettar. Býráðið í Havn hevur tó ikki slept málinum ella viðurkent sjónarmiðið hjá Mentamálaráðnum. Býráðið ætlar framvegis í samstarvi við Kommunufelagið at stevna Mentamálaráðnum.

Tað verður við kravi um, at tað verður dømt at viðganga, at Mentamálaráðið viðgongur, at Tórshavnar kommuna ikki er undirskipaður myndugleiki hjá Mentamálaráðnum í starvsfólkamálum sambært dagstovnalógini.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 10. november
Tekstur til tónleik: Salt
216132
Týsdag 10. november
Áin (brot)
216037
Týsdag 10. november
Breddin: Málið um Bakkafrost
216187
Mánadag 9. november
Norðurljóð 9.november 2026
215023
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 9. november
Veðrið
216154
Sunnudag 8. november
Bygdarlív 3 - Skálavík
216096
Sunnudag 8. november
Hondbóltur: Montenegro - F'øroyar
216095
Sunnudag 8. november
Møti hjá Heimamissiónini við Tjarnir
216089
Sunnudag 8. november
Andaktin við Anju Bjerkenes
216083