Nýtslugjald uttanlands strikað

Nýtslugjald uttanlands strikað
Frá í dag at rokna er meirkostnaðurin fyri reiking, tað er roaming, við fartelefonini, strikaður, tá tú ferðast millum ES-lond
ES-borgarar rinda nú tað sama tá teir tosa í telefon, skriva SMS-boð ella nýta internetið, uttan mun til um teir eru í heimlandi sínum ella ferðast í einum øðrum ES-landi
 
15.06.2017 - 11:33

Tað merkir, at ES-borgarar rinda tað sama, tá teir tosa í telefon, skriva SMS-boð ella nýta internetið, uttan mun til um teir eru í heimlandi sínum ella ferðast í einum øðrum ES-landi. Tað verður bíligari fyri brúkaran at vera telefonkundi.

Men skipanina, sum nú verður sett í verk fyri ES-borgarar, hava føroyingar havt í meiri enn eitt ár, hevur Hans Jákup Langgaard, kundastjóri á Føroya Tele, áður upplýst fyri útvarpinum. Henda skipan er galdandi, um tú sum privatkundi teknar eitt ískoytishald. Hjá flestu vinnuhaldum er hetta íroknað.

Í Danmark merkja broytingarnar, at flestu fartelefonhaldini dýrka millum 10 og 20 krónur um mánaðin, so heilt ókeypis er tænastan, sum telefonveitararnir nú bjóða, ikki.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Sunnudag 11. oktober
Bolero
214602
Sunnudag 11. oktober
Guðstænasta í Sandavágs kirkju
214601
Sunnudag 11. oktober
Filosofiskur 4.partur
214536
Leygardag 10. oktober
Jambalaja - 101026
214589
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 11. oktober
Andakt
214609
Leygardag 10. oktober
Sement 2026
214595
Fríggjadag 9. oktober
Veðrið
214576
Fríggjadag 9. oktober
Dagur og vika - teknmálstulkað
214531
Hósdag 8. oktober
Veðrið
214507