Suðuroyar sjúkrahús danska góðkenning

Suðuroyar sjúkrahús danska góðkenning
Fólk frá danska stovninum, IKAS, vóru fyrr í ár og kannaðu um føroyska sjúkrahúsvirkið lýkur donsk dygdarkrøv
 
12.07.2017 - 09:12

Suðuroyar sjúkrahús hevur nú fingið góðkenning frá danska stovninum IKAS. Í februar í ár vóru fólk frá IKAS í Føroyum.

Tey kannaðu, um føroyska sjúkrahúsverkið lýkur dygdarkrøvini, sum kallast Den Danske Kvalitetsmodel og verður sett sjúkrahúsunum í ríkinum. 

Tá fingu Landssjúkrahúsið og Suðuroyar sjúkrahús góðkenning við viðmerkingum. Sjúkrahúsini fingu so møguleikan at betra nøkur viðurskifti næsta hálva árið fyri verða akkrediterað, sum hendan góðkenningin eitur. 

Nú hevur Suðuroyar sjúkrahús fingið góðkenningina, sum er galdandi til 19. apríl í 2020. IKAS stendur fyri Institut for kvalitet og akkreditering i sundhedsvæsent.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 21. august
Vikuskiftið 21 august 2026
212117
Fríggjadag 21. august
Vit nerta við tarmsjúku
212105
Fríggjadag 21. august
Breddin: Fiskidagar ella kvotur?
212090
Hósdag 20. august
RagnarRokk 20.august 2026
210713
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 21. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212086
Fríggjadag 21. august
Veðrið
212114
Hósdag 20. august
Veðrið
212065
Mikudag 19. august
Dagur og vika - teknmálstulkað
212006
Týsdag 18. august
Veðrið
211985