Spyr um seingjardagar á sjúkrahúsunum

Spyr um seingjardagar á sjúkrahúsunum
Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir vil hava útgreinað, hvussu nógv virksemi er á teimum trimum sjúkrahúsunum
 
28.08.2017 - 07:51

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir í Fólkaflokkinum vil hava at vita frá Sirið Stenberg, landsstýriskvinnu í heilsumálum, hvussu nógvir seingjardagar eru á hvørjum av teimum trimum sjúkrahúsunum.

Hon hevur sett landsstýriskvinnuni ein grein 52-spurning.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir spyr, hvussu nógvar innleggingar eru á teimum ymisku deildunum á sjúkrahúsunum um árið, hvussu stórt ambulanta virksemið er, og hvussu nógv koma á skaðastovuna á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Hon spyr eisini, hvussu nógvar vitjanir, vaktlæknin hevði í gjør og fyrra hálvár í ár, og hvussu nógv ársverk eru á sjúkrahúsunum.

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir sigur, at ofta verður tosað um, hvussu nógv virksemi er á teimum trimum sjúkrahúsunum.

Endamálið við spurninginum er fáa meira ítøkiligt at vita, hvussu nógv virksemi er á hvørjum sjúkrahúsi sær, sigur hon. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Fríggjadag 6. november
Vikuskiftið 6 nov 2026
216044
Fríggjadag 6. november
Eitt korter við jazzi 5. november 2026
216040
Fríggjadag 6. november
LEITISSTEIN 06.11.2026 (Benjamin Rajani)
216031
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 6. november
Veðrið
216045
Fríggjadag 6. november
Dagur og vika - teknmálstulkað
216011
Hósdag 5. november
Veðrið
215981
Hósdag 5. november
Talvið um Tinganes (1:2)
215911
Mikudag 4. november
Hondbóltur: Føroyar - Kosovo
215928