Helgi byrjar við góðum úrsliti í World Cup

Helgi byrjar við góðum úrsliti í World Cup
Føroyski stórmeistarin Helgi Dam Ziska telvaði fyri løtu síðani javnt móti einum av heimsins bestu telvarum í stóru World Cup kappingini í Tbilisi
 
03.09.2017 - 14:18

Fleiri av heimsins bestu telvarum eru við í stóru talvstevnuni í Georgia. Helgi er styrkismettur nummar 108 av teimum 128 telvarunum í kappingini. Í fyrsta umfari, sum er í dag og í morgin, telvar Helgi móti Teimour Radjabov úr Aserbadsjan, sum er nummar 22 í heiminum. Telvað verður soleiðis, at vinnarin fer víðari til annað umfar, meðan taparin fer úr kappingini. Heilt óvæntað eydnaðist Helga við svarta fólkinum at telva remis í fyrra sínamillum talvinum í dag.
 
Helgi er ein av fýra norðurlendskum telvarum, sum er við í Georgia. Hinir eru heimsmeistarin Magnus Carlsen úr Noregi, Aryan Tari, eisini úr Noregi, og Jóhann Hjartarson úr Íslandi. Eingin telvari úr Danmark, Svøríki ella Finnlandi hava kvalifiserað seg. Helgi er við, tí at hann í fjør vann kappingina millum telvarar úr smátjóðum í Evropa.
 
Í morgin hevur Helgi hvíta fólkið móti Teimour Radjabov.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 12. september
23. Jambalaja - 120926
213152
Leygardag 12. september
Upp á tá - 110926
213150
Leygardag 12. september
Morgunlestur leygardagur 12. september
212707
Fríggjadag 11. september
Vikuskiftið 11 sept 2026
213138
Nýggjastu sendingar í SV
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213145
Fríggjadag 11. september
Dagur og vika - teknmálstulkað
213091
Fríggjadag 11. september
Veðrið
213136
Hósdag 10. september
Veðrið
213065